Talgildu veiðifráboðanirnar byrja

Fiskiveiðieftirlitið er í holt við at menna eina skipan fyri móttøku av talgildum veiðufráboðanum Tað hava fyrireikingar verið í gongd leingi, men síðst í 2009 varð álagt Fiskiveiðieftirlitinum at avgreiða veiðuváttanir til ES, og hettar gjørdi, at arbeiðið við menning av øðrum talgildum sniðum kom í drag av vantandi játtan. Í ár er so arbeiðið tikið upp aftur, og nú er klárt at móttaka talgildar dagbøkur.

Fiskimálaráðið hevur ætlanir um, at allir fiskakeyparar seinri í ár skulu senda vektar og avreiðingarseðlar til Fiskiveiðieftirlitið í talgildum sniði.

Fiskiveiðieftirlitið vónar, at vinnan ferð at taka væl ímóti hesum framstigum innan samskifti.