1. januar 2018 skulu føroyingar hava ein føroyskan talgildan samleika. Tað er í hvørt fall málið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, sum í gjár boðaði frá, at landsstýrið hevur undirskrivað sáttmála við føroysku peningastovnarnar viðvíkjandi einum samstarvi um menningina av samleikanum.
Avtalan inniber, at føroysku peningastovnarnir bera ein part av kostnaðinum av verkætlanini, 9 milliónir krónur, umframt tvær millión krónur árliga fyri rakstur. Tað er tó bara ein brotpartur av samlaða kostnaðinum, ið er mettur at liggja eitt stað millum 130 og 150 milliónir krónur næstu fimm árini.
Landsstýriskvinnan er tó nøgd við íkasti frá peningastovnunum.
- Talgildu Føroyar fer at gera gerandisdagin lættari hjá fólki og vinnu í Føroyum, og fer at lata upp fyri nýggjum og betri tænastum. Týðandi partur av ætlanini er, at geva øllum í Føroyum ein talgildan samleika. Fegnist um, at eisini peningastovnarnir vilja stuðla hesi ætlan, og at vit nú eru komin so langt áleiðis, at arbeiðið at gera føroyska talgilda samleikan verður boðið út á Keypsportalinum í heyst, segði Kristina Háfoss.
Tað var Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik og formaður í Felagnum Føroyskir Peningastovnar, ið undirskrivaði avtaluna vegna peningastovnarnar.
- Fyri okkum peningastovnar fer verkætlanin Talgildu Føroyar millum annað at merkja talgilt samskifti við tinglýsingina og tað hevur ein stóran fyrimun fyri okkum. Vit stuðla einari felags loysn um talgildan samleika, sum er ein fortreyt fyri einum Talgildum Føroyum, segði Árni Ellefsen eftir at avtalan varð undirskrivað.