Hondbóltsmennarin hjá H71, Flemming Oliver Jensen, skal ikki bara hjálpa hoyvíkingum, nú hann er komin til Føroya at arbeiða við hondbólti, men hevur eisini gjørt avtalu við Hondbóltssambandið um at standa fyri talentvenjing.
Um vikuskiftið verður farið undir fyrstu venjingarnar, sum verða í annaðkvøld í høllini á Hálsi fyri U17-gentur og U16-dreingir, og so leygardagin í Hoyvíkshøllini fyri U12 og U14 hjá bæði gentum og dreingjum.
Ætlanin er víðari, at hvør aldursbólkur verður saman ferðir um mánaðin í hálvanannan tíma hvørja ferð, og í venjingunum, sum verða fríggjakvøld og um vikuskiftini, verður dentur lagdur á individuella venjing.
Til hesa fyrstu talentvenjingina eru venjarar í ymsu árgangunum bidnir um at velja spælarar út, sum teir halda eiga at vera partur av talentvenjingunum, so tí er eitt sindur ilt at siga, hvussu nógvir spælarar møta.
Men ætlanin er, at 20 spælarar verða valdir út eftir hesar fyrstu venjingarnar, og tað verða so í fyrsta umfari teir spælararnir, ið frameftir koma at vera partur av sjálvari talentvenjingini, men leypandi eftirmetingar kunnu eisini gloppa dyrnar fyri øðrum spælarum.










