Talentkapping í Margarinfabrikkini

Margarinfabrikkin í Havn skipar fyri talentkapping í døgunum 13. og 14 mai fyri ung frá 3. til 7. flokk. Dugir tú at syngja, dansa, bólta rút, standa á einum beini, at ganda, jodla ella okkurt heilt annað, kom so oman í Margarinfabrikkina.

 

Talentkapping verður 13. og 14. maj kl 15. Síðani verður finalan fríggjadagin 15 maj frá kl 15-17, við nógvum góðum undirhaldi á skránni. Ársins talent vinnur ein Ipod Nano frá Expert.

 

Tilmelding á talent@fabrikkin.fo áðrenn mikudagin 13. maj. kl.14. Upplýsið navn, aldur, hvat tit ætla at framføra og eitt telefon nummar. Eisini ber til at koma oman í Margarinfabrikkina at melda seg til. Aldursmark frá 3. til 7. flokk.