Talent í Margarinfabrikkini

Margarinfabrikkin skipar fyri Talent 2012 í mai mánaði. Hetta er fjórða árið, at stóra Talentkappingin verður í Margarinfabrikkini fyri børn í 3. - 7. flokk, og húsið ger seg klárt til at taka ímóti talentfullum børnum og teimum mongu áskoðarunum. Í ár er vinningurin ein framførsla á Barnafestivalinum og 1000 kr, og fyriskipararnir gleða seg at síggja alt frá sangfuglum, slangufólkum til gandakallar.

 

Kappingin verður 23. og 24. mai, og stóra finalan verður fríggjadagin 25. mai. Talent er fyri øll børn í Føroyum, sum ganga í 3. til og við 7. flokki. Tað er møguligt at tekna seg til kappingina á talent@fabrikkin.fo, har ein skrivar navn, aldur og talent.

 

Vinnarar síðstu árini:

Fyrsta árið vann Hjalte við sínum undirhaldandi og kulum dansurørslum, tá luttóku nógv børn við ymiskum talentum.

 

Av tí at undirtøkan var so stór, var kappingin árið eftir enn størri, við størri vinningi og fleiri luttakarum. Finalan var hildin í Perluni, har tónleikabólkurin Dragon Eye vann.

 

Síðsta ár var tað aftur ein dansari, sum vann. Jón vísti fantastiskar dansiframførslur, sum vóru væl vandar og undirhaldandi.

 

Størsti munurin frá fyrstu Talentkappingini til í ár er, at luttakararnir gera nógv burtur úr framførsluni, teir venja nógv og hugsa nógv um stíl og pallframførslu. Hvørt umfar er eitt festligt show við dugnaligum børnum.

 

Margarinfabrikkin bjóðar øllum børnum at vera vælkomin til Talent 2012, sum í ár er stuðlað av Tórshavnar Kommunu.

 

Meira kunning er á okkara facebook síðu og á www.fabrikkin.fo