Taleban hóttir skúlagentur

Taleban hóttir við at beina fyri pakistonskum gentum, sum ganga í skúla -Tit fáa freist til tann 15. januar at steðga skúlagongdini hjá gentunum. Gera tit ikki tað, fara vbit at beina fyri øllum gentum, sum ganga í skúla aftan á tann dag.

So greið eru boðini frá Shah Durran, sum er leiðari hjá teimum Taleban í útnyrðingspartinum av Pakistan, og sum blivu kunngjørd í einari ólógligari útvarpsstøð.

Pakistanska uttanríkisráðið sigur, at Taleban hevur oyðílagt næstan 300 av teimum umleið 1.500 skúlunum í útnyrðingspartinum av landinum. Rørslan hevur bara oyðilagt skúlar, sum gentur gingu í.