Fyrstu ferð Synergi skipaði fyri Leiðaradegi, var í 2005. Eftir øll tey fakligu innleggini, skuldi Ársins Leiðari kjósast fyri fyrstu ferð, og valið fall á Magna Arge, stjóra í Atlantsflogi.
Hvussu minnist hann hendan dagin?
– Ivaleyst er onkur, sum heldur meg verða somikið innbilskan, at tað ikki kom óvart á meg at verða valdur ársins leiðari, men satt at siga, so gjørdist eg rættiliga bilsin. Tá var kjósingin skipað soleiðis, at luttakarar á Leiðaradegnum valdu millum nøkur evnir í uppskoti. Tað kennist sjálvsagt væl, at onnur í leiðandi størvum virða títt arbeiði og avrik. Men eg vil fegin undirstrika við feitum, at einhvør viðurkenning til mín sum leiðara er í veruleikanum ein viðurkenning av tí samlaða liði, sum fremur avrikini í fyritøkuni, ið eg arbeiði fyri. Og tað gongur líka frá teimum tímaløntu parttíðarsettu til leiðarar og nevnd.
Ófyrireikaður
Magni Arge sigur, at hann ikki var fyrireikaður til heiðurin, og visti tí heldur ikki hvat skuldu brúka hann til.
– Hugsi tað taldi á imagekontuni hjá fyritøkuni, og tað er altíð gott. Men tað er væl sum í ítrótti: Tað eru úrslitini sum geva pokalar, og ikki umvent, sigur Magni Arge í dag.
Men hvussu er so at vera leiðari í dag, nú tíðirnar eru væl øðrvísi í mun til tá Magni Arge bleiv valdur ársins leiðari?
– At hava verið ígjøgnum byltingarnar í 90’unum er ivaleyst ein størri fyrimunir enn at hava vunnið pokalar. Nú ræður um at trimma og laga virksemið til, so fyritøkurnar klára at sigla millum brotasjógvarnar. Tað kann gerast ein spurningur um at yvirliva, men tað er eisini ein spurningur um at síggja møguleikarnar í broyttu umstøðunum, sigur Magni Arge.
------------
FAKTA
Grundgevingar fyri at velja Magna Arge til Ársins leiðari 2005:
Hevur ment Atlantic Airways sum fáur. Hevur gingið á odda og funnið nýggjar marknaðir uttanlands. Hevur ein opnan og nútímans leiðsluhátt.