Talar fyri endurtøku av steypafinaluni

Í fjør vóru tað Víkingur og NSÍ, sum hittust í steypafinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Í ár eru tey aftur at finna í hvør sínari hálvfinalu - Víkingur ímóti Skála og NSÍ ímóti KÍ - so møguleiki er fyri, at talan verður um endurtøku av finaluni í fjør. Tað metir André Olsen, ítróttarskrivari hjá Miðlahúsinum, ikki vera so lítið sannlíkt heldur.


- Seinast KÍ yvirhøvur hevur vunnið ein dyst móti NSÍ, er 16. mars 2013, so vit skulu eitt sindur meira enn trý ár aftur fyri at finna seinasta sigurin. Liðini hava einaferð áður hitst í einari hálvfinalu í Løgmanssteypinum. Tað var í 2001, tá KÍ samanlagt spældi seg víðari. Fyrri dysturin, sum var spældur í Klaksvík, endaði við 1-1 javnleiki, har NSÍ fekk tvey reyð kort. Teir vóru Sjúrður Jacobsen og Ian Højgaard. Seinna hálvfinalan í Runavík endaði við 2-2 javnleiki, so KÍ kom víðari eftir regluni um fleiri útivallarmál, greiðir André frá.


NSÍ er einasta liðið, sum Mikkjal Thomassen ikki hevur megnað at vunnið ímóti sum KÍ-venjari. Hann hevur vunnið ímóti øllum hinum.


Í hinari hálvfinaluni, sum er ímillum Víking og Skála, heldur André, at Víkingur er greiður favorittur. Ikki einans er talan um oddaliðið í Effodeildini ímóti einum uppflytara, men eisini innahýsis peika tølini á ein Víkinga-sigur.


- Víkingur hevur ótrúliga gott tak á Skála. Víkingur hevur ongantíð í søgu felagsins tapt ímóti Skála. Men tá skal havast í huga at Víkingur er eitt lutfalsliga nýtt felag, meðan Skála hevur verið langt niðri og vent eftir stovnanina av Víkingi, sigur André, sum tó peikar á, at Skála væl kann bíta frá sær á heimavølli.


- Tá Skála var í Effo-deildini í 2014, endaðu báðir dystirnir á Skála millum Skála og Víking við javnleiki. Tann fyrri við 1-1 javnleiki, meðan tann seinni endaði við 3-3 javnleiki. Tí bendir nógv á, at fyrra hálvfinalan millum Skála og Víking, sum verður spæld á Skála, kemur at vera opin og spennandi, men at Víkingur fer at orna tað á heimavølli, har felagið ongantíð í søguni hevur sett stig til móti Skála, sigur hann.


- Samanumtikið talar rímuliga nógv fyri einari endurtøku av steypafinaluni í 2015. Tað verður bygt á at NSÍ seinastu árini hevur havt eitt gott tak á KÍ, eins og Víkingur hevur havt tað á Skála, sigur André Olsen at enda.