Orðaskiftið í løgtinginum í dag var merkt av, at samgongan ikki vildi taka lut, sigur Poul Michelsen, sum tó fegnast um, at málið um at samkynd kunnu giftast borgarliga nú er á dagsskrá
Formaðurin í Framsókn er sjálvur triði uppskotsstillari, saman við Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam. Í felag hava tey lagt trý ríkislógartilmæli fyri tingið, sum skulu slóða fyri at fólk av sama kyni fáa rætt til eina borgarliga vígslu.
Poul Michelsen staðfestir eftir fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag, at samgongan hevði ein greiðan taktikk undan tingfundinum.
- Eg legði til merkis, at bara framsøgufólkini hjá samgonguflokkunum tóku orðið. Og øll góvu tey til kennar, at tey eru ímóti uppskotinum hjá okkum, sigur Poul Michelsen.
Formaðurin í Framsókn heldur tó ikki, at tann støðan vísir røttu myndina.
- Eg veit, at fólk inni í samgonguni taka undir við uppskotinum. Men tingviðgerðin váttaði samstundis, at løgmaður og samgongan hevur lagt bond á samgongulimir, soleiðis at eingin fær loyvi at siga sína meining, sigur Poul Michelsen.
Løgmaður hevur áður boðað frá, at borgarlig vígsla av samkyndum er ikki partur av samgonguskjalinum.
– Vit hava eitt samgonguskjal at arbeiða út frá. Og hetta málið er ikki partur av samgonguskjalinum. Talan er um eitt uppskot frá andstøðuni, og tí fara vit í samgonguni at viðgera tað og taka eina felags støðu, segði løgmaður við Sosialin, dagin eftir at málið varð lagt fram í løgtinginum 20. november.
Eftir 1. viðgerð í løgtinginum í dag er málið um rættin hjá samkyndum at giftast borgarliga nú farið í Rættarnevndina. Tað er tó greitt, at málið verður felt, tá tað kemur til atkvøðugreiðslu eftir 2. viðgerð.
- Men málið er nú á dagsskrá, og tað fegnast vit um. Við virðing fyri løgtinginum fara vit ikki at leggja eitt mál fram aftur í somu tingsetu sum tað er felt. Og tað merkir, at tað ikki kemur aftur í løgtingið fyrr enn eftir ólavsøku, sigur Poul Michelsen.
Hoyr samrøðu við Poul Michelsen við at trýsta á pílin undir myndini.
Løgtingið var stúgvandi fult av fólki undir viðgerðini í dag. Til ber at síggja myndir úr tinginum við at TRÝSTA HER
Les eisini:
Jenis av Rana: Samkynd hava brúk fyri hjálp
Anna og Fimmboði: Lat kærleikan ráða
Gifta samkynd uttan fyri løgtingið
Hjúnabandslógin fyri tingið í dag
Ongin kann fáa ilt av samkyndum hjúnalagi
Rúni Rasmussen: Mugu varðveita hjúnarbandið
Samkynt hjúnalag letur upp fyri øðrum lívsformum
Samkynd sleppa ikki at giftast