Talan verður um lutakast

Í hósdagsútgávu okkara skrivaðu vit, at Kyndil longu nú hevði vissað sær annað av finaluplássunum í mansútgávuni av Coca Cola-kappingini hjá monnum.
Í 90'unum varð annars gjørt av, at um felag hevði tvey lið í hálvfinaluni, skuldu hesi bæði spæla móti hvørjum øðrum. Hetta tí tað fleiri ferðir kom fyri, at tey bæði bestu kvinnuliðini hjá Neistanum spældu móti hvørjum øðrum.
Tann avgerðin hevur tó ongan tíð verið lógarfest, og í HSF halda tey ikki, at tann siðvenjan kann nýtast sum grundarlag, nú Kyndil hevur tvey manslið í hálvfinaluni.
Tí verður talan um reint lutakast hjá bæði monnum og kvinnum, og verður hetta fríggjadagin. Ætlandi skuldi hetta verða í Útvparpinum, men í verandi sáttmálatrætuni millum Kringvarpið og føroyskan ítrótt, er tann ætlanin fyribils slept. Væntandi verður lutakastið tí hildið í ÍSF-húsinum komandi fríggjadag kl. 16.