Hann hevði verið á økinum og gjørt klárt til at skipið kom, og hevði millum annað tikið eina pressending upp úr sjónum. Tí eri eingin orsøk til at vænta at her var talan um annað enn bjarging av einum líki.
Maðurin í druknaði varð síðst sæddur í Steinatúni 2 tímar, áðrenn líkið var sætt í skrúvuvatninum hjá Lómi. Men hann var ikki dottin á sjógv meðan vakthavandi á havnarskrivstovuni var á økinum, so hann var ivaleyst longu deyður.