Talan er um sensur

Bjørn á Heygum, sakførari hjá Sveini Tróndarsyni, setti fleiri spurnartekin við dómin beint eftir, at hann var lisin upp í dag.

Bjørn á Heygum, sakførari hjá Sveini Tróndarsyni, var einasti partur í málinum, ið møtti í Føroya Rætti í dag, tá Søren Seerup, dómari, las dómin upp.

- Eg skilji ikki, hvussu dómarin kann síggja burtur frá sannleiksprógvunum, ið vóru førd í rættinum, sigur Bjørn á Heygum.

 

Hann vísti á, at undir rættarsakini vóru skjøl lagd á borðið, sum prógvaðu útsagnirnar hjá miðlafólkunum, men at dómarin eftir øllum at døma ikki hevur tillagt teimum serligan týdning.

- Tað er eitt slag av sensuri, tá miðlarnir nú ikki kunnu skriva um ting, sum teir hava prógv fyri eru hend, segði sakførarin millum annað, tá vit hittu hann uttan fyri rættarsalin.

 

Bjørn á Heygum legði dent á, at hann ikki hevði lisið dómin ella grundgevingarnar hjá dómaranum enn, men hann væntar, at dómurin verður kærdur til Landsrættin.

- Eg gleði meg til at lesa grundgevingarnar fyri dóminum.

 

Bjørn á Heygum verður gestur í tíðindasendingini hjá Rás 2 klokan 15.00.