- Talan er um eina hampiliga stóra grind

Fleiri bátar eru á veg út til grindina

Ein grind er í dag funnin norðanfyri Viðoynna og verður nú roynt at fáa grindina til Hvannasunds.


Niels J.M. Absalonsen, grindaformaður í Viðareiði, upplýsir, at tað vóru fólk á landi, ið funnu grindina. Tá bátar fóru út at leita eftir grindina, var hon torført at finna aftur, men er sambært grindaformanninum nú funnin.


- Hon gongur vesturum oynna og roynt verður nú at fáa hana til Hvannasunds.


Elmar Simonsen er grindaformaður í Hvannasundi, og hann váttar eisini, at grindin helst verður hildin til í Hvannasundi.


- Sum eg skilja tað á lagnum, so er talan um eina hampiliga stóra grind. Har eru ikki serliga nógvir bátar hjá grindini enn, men nú er nógv ferð á monnum, nú teir royna at flota bátarnar norðanfyri byrgingina. Tveir bátar eru fingnir á sjógv, tveir standa og bíða og fleiri eru á veg, upplýsir grindaformaðurin.