Talan er um at hækka skattin
Ger Landsstýrið álvara av sínum ætlanum, er talan um eina skattahækking, hvussu tað so verður vent og snarað og tað er tað øvugta av tí, sum Landsstýrið hevur lovað, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag
Skattur
? Ger Landsstýrið álvara av hesum, er talan um eina skattahækking, hvussu tað so verður vent ella snarað.
Føroya Arbeiðsgevarafelag er púra samt við fakfeløgunum í, at Landsstýrið skal skal halda seg frá pengunum, sum fólk spara, nú ætlanin er at lækka inngjaldið til ALS.
Nú ætlanin er at lækka inngjaldið til ALS, hevur Landsstýrið róð framundir at brúka tað, sum fólk spara til at fíggja eitt longri barnsburðarfarlovyi við.
Í greinini omanfyri mótmæla fakfeløgini at tað hendir og Arbeiðsgevararnir eru púra samdir.
? Vit halda ikki, at ALS og Barnsburðargrunnurin hava nakað sum helst við hvørt annað at gera, sigur Jan Mortensen á skrivstovuni hjá arbeiðsgevarunum í Vinnuhúsinum.
Hann sigur, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum hava ábyrgdina av Arbeiðsloysisskipanini og stýrið fyri ALS hevur hækkað og lækkað gjaldið, alt eftir, hvussu tíðirnar hava verið.
?Men tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum gjalda hækkingarnar og vit halda, at teir eisini eiga at fáa ágóðan av lækkingunum.
Hann sigur, at skal barnaburðarfarloyvið longjast, má Landsstýrið finna fígginginga aðrastaðni og at vita, hvar tað ber til at spara í almenna rakstrinum, tí fíggjarlógin er longu ríkiliga stór, sum hon er og nú er tíðin komin at vita, hvar tað ber til at spara í almenna rakstrinum.
Hann leggur dent á, at verða verri tíðir aftur, er onki at ivast í, at ALS gjaldið fer uppaftur, tí tað vil altíð hækka og lækka alt eftir, hvussu tíðirnar eru.
?Ger landsstýrið álvara av sínum ætlanum og tekur tað, sum fólk spara, nú ALS gjaldið lækkar, til barnsburðargrunnin, er tað onki uttan ein eykaskattur og tað er beint tað øvugta av tí, sum Landsstýrið hevur fráboðað, tí samgongan hevur lovað skattalætta, sigur Jan Mortensen.Talan er um at hækka skattin
Ger Landsstýrið álvara av sínum ætlanum, er talan um eina skattahækking, hvussu tað so verður vent og snarað og tað er tað øvugta av tí, sum Landsstýrið hevur lovað, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag
Skattur
Áki Bertholdsen
? Ger Landsstýrið álvara av hesum, er talan um eina skattahækking, hvussu tað so verður vent ella snarað.
Føroya Arbeiðsgevarafelag er púra samt við fakfeløgunum í, at Landsstýrið skal skal halda seg frá pengunum, sum fólk spara, nú ætlanin er at lækka inngjaldið til ALS.
Nú ætlanin er at lækka inngjaldið til ALS, hevur Landsstýrið róð framundir at brúka tað, sum fólk spara til at fíggja eitt longri barnsburðarfarlovyi við.
Í greinini omanfyri mótmæla fakfeløgini at tað hendir og Arbeiðsgevararnir eru púra samdir.
? Vit halda ikki, at ALS og Barnsburðargrunnurin hava nakað sum helst við hvørt annað at gera, sigur Jan Mortensen á skrivstovuni hjá arbeiðsgevarunum í Vinnuhúsinum.
Hann sigur, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum hava ábyrgdina av Arbeiðsloysisskipanini og stýrið fyri ALS hevur hækkað og lækkað gjaldið, alt eftir, hvussu tíðirnar hava verið.
?Men tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum gjalda hækkingarnar og vit halda, at teir eisini eiga at fáa ágóðan av lækkingunum.
Hann sigur, at skal barnaburðarfarloyvið longjast, má Landsstýrið finna fígginginga aðrastaðni og at vita, hvar tað ber til at spara í almenna rakstrinum, tí fíggjarlógin er longu ríkiliga stór, sum hon er og nú er tíðin komin at vita, hvar tað ber til at spara í almenna rakstrinum.
Hann leggur dent á, at verða verri tíðir aftur, er onki at ivast í, at ALS gjaldið fer uppaftur, tí tað vil altíð hækka og lækka alt eftir, hvussu tíðirnar eru.
?Ger landsstýrið álvara av sínum ætlanum og tekur tað, sum fólk spara, nú ALS gjaldið lækkar, til barnsburðargrunnin, er tað onki uttan ein eykaskattur og tað er beint tað øvugta av tí, sum Landsstýrið hevur fráboðað, tí samgongan hevur lovað skattalætta, sigur Jan Mortensen. Sí eisini greinina "Landsstýrið ætlar nú at taka meiri pengar frá fólki".