- Tað er meiningsleyst at halda løgtingsfund, tá ið næstan ongi tingfólk hjá samgonguni, og ongi landsstýrisfólk, eru til staðar í Løgtinginum.
Tað heldur Hendrik Old, tingmaður.
Løgtingið hevur fund í dag, men Hendrik Old átalar, at ongi landsstýrisfólk eru til staðar og somuleiðis er næstan øll samgongan burturstødd.
- Samgongan hevur eftir øllum at døma avtalað at fara í dvala onkustaðni, men hetta er høpisleyst, tí tingfólk fáa ikki sett nakrar spurningar, tá ið øll samgongan er burtur, bæði landsstýri og tingfólk.
Hann sigur, at hetta er støðan, hóast tað eru uppskot, samgongan sjálv hevur lagt fram, sum eru til viðgerðar.
- Vit tosa fyri deyvum oyrum, tí ongin lurtar og ongin er at svara spurningum. Tað einasta rætta er at niðurleggja fundin, tí hetta gongur ikki longur, legði hann afturat.
Eisini samgongutingmaðurinm, Jenis av Rana viðmerkti ørkymlaður, at hann ætlaði at seta nakrar spurningar, men tað fær hann ikki, tí ongin var til staðar at svara.
Høgni Hoydal tók tráðin upp og helt, at talan er um vánaliga virðing fyri Løgtinginum, tí tey, sum hava lagt uppskot fram, eru ikki til staðar at svara spurningum og verja sína støðu.