Taktrupulleikarnir loystir

LBF Ráðgevandi verkfrøðingar hava saman við Landsverki loyst trupulleikan. Fyri at varðveita takkonstruktiónina verða sperrurnar tryggjaðar við stórum vinkuljørnum, sum bara í avmarkaðan mun fara at síggjast aftur inni í salinum.

Arbeiðið verður ætlandi liðugt fyrst í desember. Listasavnið vil tá ”endurvíga” salin við eini seruppheinging av teimum týdningarmestu av mongu listaverkunum, sum í løtuni eru á goymslu.

Tann framsýningin verður at síggja fram til januar.

Framsýningin Per Arnoldi Etc., ið mátti latast aftur orsakað av taktrupulleikunum, letur uppaftur í januar og verður at síggja fram til hálvan februar. Síðan letur Listasavnið upp framsýning við Tróndi Patursson í sambandi við, at høvuðsverk hansara Bládýpið, bingjan frá København Kulturby ’96, verður sett upp við savnið, sigur Listasavn Føroya.