Virgar T. Dalsgaard
Fyri nøkrum døgum síðani hevði Sosialurin á sjálvari fyrstu síðu eitt løgið úttalilsi frá einum íslendskum bankastjóra, sum vágaði sær at leggja seg beinleiðis politiserandi út í føroysk fíggjarviðurskifti. M .a. visti hesin stjóri at siga, at føroyingar áttu at privatisera pengastovnarnar. Grundgevingarnar hjá honum vóru naivir banalitetir, sum bara vóru funderaðir upp á leysar gitingar, men als ikki nakra djúpri økonomiska vitan.
- Men hvat kemur annars føroyskur pengapolitikkur einum íslendskum stjóra við? Ætlar hann, at Føroyar skulu blíva ein integreraður partur av tí íslendsku sápubløðru-økonomiini? Ella hevur hann eina heilt aðra privata dagsskrá? Hetta er, ið hvussu so er, ein fulkomuliga ó-acceptabul innblanding í erkvisnan føroyskan fíggjar-problematikk.
Og hví gloypir tað ”óhefta” blaðið, Sosialurin einum so vulgerum politiskum glepsi í ráum líki, uttan at stilla ein einasta uppklárandi mótspurning? Er Sosialurin farin at renna ørindi fyri íslendingar?
Fyri tað fyrsta veit hetta íslendska tilpiss ikki eitt vet meira um málið, enn føroyingar sjálvir kunnu hugsa sær til. Fyri tað næsta vísti hansara naiva skammrósan av privatisering, at hann er inhabilur og hevur lítla hylling á, hvat føroyska bankamálið reelt snýr seg um. Fyri tað triðja rakar tað als ikki nakran íslending, hvussu føroyingar skipa seg politiskt ella fíggjarliga – hetta er púra ótolulig íslendsk ”ideologisk imperialisma”!
Vit hava leingi havt fólk, sum hava runnið á leistum fyri íslendingar og kyniskt hava avreitt fyritøku eftir fyritøku umframt harðvunnin fiskirættindi til Íslands, antin beinleiðis ella kanska via strámenn. Hetta hevur verið ein fíggjarligur sorgarleikur í fleiri ár, og føroyingar hava latið seg leitt sum sakleys lomb til íslendska slaktibonkin. Men tað má vera eitt moralskt mark fyri, hvussu nógv útlendingar sleppa at blanda seg uppí føroysk viðurskifti.
Resignatión og defaitisma
Hví eru ikki fleiri føroyskir politikkarar, sum mótmæla avreiðingini og taktleysu íslendsku uppíblandingini? Hvat er orsøkin til hetta mannminkandi politiska uppgávulyndi og hesa undarligu føroysku defaitismu mótvegis teimum íslendsku investeringum, sum kunnu mergsúgva føroyskt vinnulív?
Effektiva danska fyritøkan DFDS mátti í síni tíð kempa fyri bara at kunna fáa kei- og havnapláss í Havn - føroyska skipafelagið var heldur ikki beinleiðis forkelað, men so skjótt sum íslendska felagið Eimskip kom til landið, fóru undirbrotligir føroyingar at útvega teimum alskyns sømdir, bæði í Havn og í Runavík. Men hvussu er gingið við farmagjøldum og service, síðani vit næstan fingu íslendskt monopol? Ja, tað gongur sjón fyri søgn - man saknar sanniliga danska kapping, effektivitet og initiativ.
Sum eitt annað kuriosum kann eg nevna, at danska fyritøkan Jyske Bank hevði í 80’unum eina skikkiliga ætlan um at lata upp eina lítla filial í Havn, men tá reisti seg eitt satt ódnarveður av mótmælum, forargilsi og indignatión. Bæði løtupolitikkarar og vinnulívsmenn ýldu um ”danska imperialismu” og ótolandi finansiella uppíblanding, so havnarfólk tordu illa at leiga danska bankanum høli. Tað var eisini skjótt, at Jyske Bank bakkaði.
Men tað er alsamt gátuført fyri fólk, sum ikki dagliga ferðast í fíggjarklikum, HVÍ teir somu menninir, sum brølaðu alskyns ókvæmisorð eftir eini lítlari danskari bankadeild í Havn, heilt lata sær lynda í dag og STEINTIGA, nú Kaupting og aðrir íslendskir skutilsveinar profiterað av føroyskum gáloysni, sum kann føra til, at íslendingar, sum frá líður, annektera ein stóran part av okkara vinnulívi.
Hvat býr undir hesi óhugnaligu larmandi tøgn, nú tað tykist, sum um aggressivir íslendingar eru við at taka vinnulívsmenn okkara av bóli. Hví dýpdarkanna fjølmiðlarnir als ikki hetta pínliga málið?
Hví referera føroysk bløð ikki nakað av tí debatt, sum júst hevur verið í donskum bløðum um tað ódámliga globala íslendska skatta-cirkussið, sum fær sjálvt garvaðar spekulantar at vamlast!
Í Føroyum skulu føroyingar, og avgjørt ikki íslendingar, ráða!










