»Taktiskur« skaði

Tá spælandi venjarin hjá fuglfirðingum, Boban Ilic, noyddist at fara av vøllinum við skaða, var hann greiður yvir, at hann ikki fekk spælt meira í finaluni

– Eg fekk fótliðin teypaðan, men visti allíkavæl næstan beinanvegin, at eg kundi nokk ikki koma innaftur, tí eg fekk nóg illa stigið við høgra fóti, segði Boban eftir dystin.
– Men tíbetur vísti tað seg, at tað var slett ikki brúk fyri mær, tí stríðsandin á øllum liðnum var heilt ótrúligur. Nú má eg bara skemta við, at hasin skaðin var ein taktiskur leikur…
Yvirhøvur var Boban Ilic fullnøgdur við avrikið hjá ÍF í finaluni, sum gekk akkurát sum ætlað, hóast SÍ fekk tikið fyrsta settið.
– Nú kunnu vit bara staðfesta, at hetta kundi ikki verið betri. Vit prógvaðu ordiliga, at vit eru tað besta liðið, sjálvt um eg fekk skaða og onkur annar skaði var eisini.
Samanumtikið er Boban eisini stak væl nøgdur við henda veturin hjá ÍF-monnunum, tí tað hevur stórt sæð gingið akkurát eftir ætlan allan vegin ígjøgnum.
– Hetta hevur verið hart arbeiði og nógv venjing, og vit hava fingið prógvað, at vit eru sterkir sum eitt lið, ið samstundis telur nógvar góðar einstaklingar, og tí fara vit heldur ikki niður við nakkanum, tá vit fáa eitt sindur av mótstøðu, segði venjarin, ið væntar, at manningin hjá ÍF verður stórt sæð tann sama næsta vetur.
– Liðið hjá okkum er ein fín samanseting av ungum spælarum og meira royndum spælarum, og tað er stuttligt at síggja, at teir yngru taka til sín tað, sum teir eldru læra frá sær.