Tað kann blíva ein serliga taktisk svimjing hjá Páli, tá hann nakað yvir klokkan 11, saman við favorittinum Sun Yang og hinum í riðli fýra, kavar í hylin í dag.
- Tíðin er avgerandi og tað er ein fyrimunur at Pál er í fjórða riðli, so hann hevur yvirblikk yvir tíðirnar hjá hinum, sigur Jón Bjarnason.
Umframt at koma í finaluna so lætt sum gjørligt, so er ætlanin at Pál ikki skal liggja undir liðuni á Sun Yang í finaluni.
Tað er ein fyrimunur, at Pál Joensen skal liggja undir liðini á Sun Yang til innleiðandi umfarið.
-Tað er ein fyrimunur fyri Pál at liggja undir liðini á Sun Yang í innleiðandi svimjingini, tí vísur tað seg at verða góðar tíðir í hinum riðlinum, so kann hann leggja seg í aldurnar á Sun Yang og svimja tað hann orkar, greiður Jón Bjarnason frá.










