Taktikkurin var skeivur

­ Fáa vit umboð á Fólkating, er tað ikki tí, at vit hava havt eitt gott valstríð. So er tað hóast vit hava havt eitt vánaligt valstríð

­ Tað nyttar onki at øll valevni sleppa at føra seg líka nógv fram. Skal ein flokkur vinna eitt valstríð, er tað neyðugt, at hann profilerar eitt, ella tvey valevni burturúr rúgvuni.

Finnbogi Ísakson váttar, at, at stór ósemja hevur tikið seg upp í Tjóðveldisflokkinum um, hvussu valstríðið skuldi leggjast til rættis nú uppundir fólkatingsvalið, sum víst er á í greinini omanfyri

­ Men hann er ikki við uppá, at hann hevur tikið seg úr valstríðnum.

­ Eg havi tikið lut í valstríðnum við fullari kraft og eg havi skrivað nógvar greinar í bløðunum.

Men hann váttar, at ósemja er orsøkin til, at hann hvørki hevur verið at hoyra í útvarpi ella í sjónvarpi, sum annars hevði verið náttúrligt av einum topp-valevni.

­ Tað er onki yvir at dylja, at eg eri ósamdur við tey, sum hava lagt valstríðið til rættis, tí eg haldi, at tað er skeivt atborið.

­ Eg eri púra sannførdur um, at skal ein flokkur vinna eitt valstríð, má hann brúka eitt, ella tvey valevni, at profilera seg við.

­ Tað nyttar onki at profilera seg við øllum valevnunum. Tað hevur Tjóðveldisflokkurin gjørt í valstríði eftir valstríði, og vit hava eisini tapt val eftir val.

Finnbogi Ísakson sigur, at heldur ikki hesuferð fann Tjóðveldisflokkurin útav at leggja eitt skilagott valstríð til rættis, har eitt, ella tvey valevni blivu brúkt at profilera flokkin við.

­ Tí haldi eg, at vinna vit valið, er tað ikki tí at vit hava havt eitt gott valstríð. ­ So er tað hóast at vit hava havt eitt vánaligt valstríð.

Finnbogi Ísakson sigur, at sjálvur skeyt hann upp, at hann og Heini O. Heinesen tveireinir býttu tíðina í útvarpi og sjónvarpi ímillum sín, soleiðis at Heini fekk útvarpið og hann sjálvur fekk sjónvarpið.

­ Men táið avtornaði, skuldu trý valevni vera í sjónvarpinum, og tað haldi eg vera báði skeivt og órímiligt.

Hann sigur, at tað var orsøkin til at hann tók ta støðu, at hann vildi slett ikki vera í valstríðnum í teimum elektronisku fjølmiðlunum yvirhøvur.


Antin eru vit við, ella eru vit ikki við

Annars endurtekur Finnbogi Ísakson, at um hann verður valdur á Fólkating í dag, fer hann at taka virknan lut í tí politiska arbeiðnum.

­Antin eru vit við fult og heilt, ella skulu vit slett ikki vera við, sigur hann

­ Samrøður við rættliga nógv, fræg, tjóðveldisfólk, sum hava verið í flokkinum líka leingi um eg, hava víst mær, at eg eri langt frá einsamallur við hesi áskoðan.

Finnbogi Ísakson sigur, at hann hevur ongantíð skilt endamálið við at velja fólk á Fólkating, sum ikki skulu føra politikk.

­ Hetta er ein leivd, sum Tjóðveldisflokkurin hevur arvað frá Fólkaflokkinum í fimti og sekstiárunum.

­ Hendan gamla leiklutin

hjá Fólkaflokkinum hevur Tjóðveldisflokkurin nu yvirtikið.

Finnbogi Ísakson sigur, at Tjóðveldisflokkurin hevur ongantíð samtykt, at hann ikki skal føra politikk á Fólkatingi.

­ Tað er nakað, valevnini hava sagt. Men hatta er ikki eitt politiskt prinsipp. Hatta er ein spurningur um arbeiðshátt.

­Og eg haldi ikki, at tað ger nakað, at summi í flokkinum hava ta støðu, at vit ikki undir nøkrum umstøðum eiga at taka virknan lut í politikki á Christiansborg, men at onnur hinvegin halda, at tað skulu vit- ikki minst um vit kunnu fáa eina góða avtalu fyri Føroyar burturúr tí.

Finnbogi Ísakson leggur afturat, at tann, sum er valdur í eitt lóggevandi ting, sleppur ikki undan at taka støðu. Antin ert tú fyri, ella ímóti, ella atkvøður tú blankt - og tað er eisini ein støða.

Finnbogi Ísakson sigur, at tað, at føra politikk á Fólkatingi, kann vera beinleiðis at styðja eina stjórn, tað kann vera at seta fyrspurningar og í einstøkum førum kann tað vera at seta sjálvstøðug uppskot fram.

­ Men tað má ongantíð førast ein politikkur, sum er í andsøgn við ein meiriluta í tinginum, sigur Finnbogi Ísakson.