Taktikkurin ímóti royking eydnaðist

ROYKING Ístaðin fyri at fara undir eina ræðuherferð ímóti royking, løgdu vit ein yvirskipaðan fólkaheilsupolitikk og tað hevur eydnast, sigur Hans Pauli Strøm, fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum, sum startaði alt hetta rákið at fáa fólk at hugsa meiri um heilsuna

- Tað var ikki eiti á!
Tað var fyrsta, spontana, viðmerkingin frá Hans Paula Strøm, fyrrverandi landsstýrismanni í heilsumálum, tá ið vit løgdu nýggjastu hagtølini fyri innlutningin av tubbakki, fyri hann.
Grundin til, at vit hava spurt hann, er tað tað var hann, sum startaði alt hetta rákið um at fáa fólk at hugsa meir um tað góða lívið og ikki at oyðileggja sær heilsuna við keðiligum óvanum.
Tá ið hann varð landsstýrismaður í heilsumálum í 2004, var eitt tað fyrsta hann gjørdi, at leggja ein yvirskipaðan fólkaheilsupolitikk.
Ein partur av hesum var at broyta Tubbaksráðið og Fyribyrgingarráðið til eitt Fólkaheilsuráð.

Broyta hugburð
- Endamálið var ikki at fara undir eina ræðuherferð ímóti tubbakki ella øðrum keðiligum óvanum, sigur Hans Pauli Strøm.
Heldur var endamálið at fáa fólk at broyta hugburð og at fáa tey at hugsa meiri um, hvussu stóran týdning tað hevur at leggja sær góðar vanar til, fyri at forða fyri sjúku og brekum á lutfalsliga ungum árum, og ístaðin varðveita eina góða heilsu.
- Vit løgdu dent á, at talan skuldi vera um ein samskipaðan fólkaheilsupolitikk ístaðin fyri at skipa fyri einstøkum herferðum á ávísum økjum.
- Fremstifingurin skuldi skiftast út við ein eggjandi boðskap, sigur Hans Pauli Strøm.
Eitt tað fyrsta átakið vóru fólkaheilsurenningarnar, sum fingu sera stóra undirtøku.
Onnur átøk var at fáa vatntangar inn á skúlarnar fyri at venja børnini at drekka vatn ístaðin fyri sodavatn, umframt átøk at vísa á týdningin av heilsugóðum kosti, rørslu.
Í øllum hesum fólkaheilsupolitikkinum var royking ein nátúrligur partur og eitt lið í hesum var at seta forboð fyri royking á almennum støðum.
- Tað vísti seg, at tað eydnaðist at forða fyri, at fleiri ung fóru at roykja. Men tað ørkymlaði okkum, at tað sást ikki aftur í hagtølinum yvir innflutningin av tubbakki, sigur hann.

Neyvan forboð
Hann sigur, at tað, tey stúrdu fyri, var, at samtundis, sum at færri royktu, var talið á stórroykjarum økt og tí minkaði innflutningurin inn.
- Men tá ið tað gleðiliga nú er hent, at minkingin er sligin so kraftiga ígjøgnum í innflutninginum, kundi tað verið ein greið ábending um, at eisini stórroykjarar eru farnir at fækkast, samstundis sum at færri og færri yvirhøvur fara at roykja, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin.
Kortini ivast hann í, um tað fer at eydnast at seta beinleiðis roykiforboð í Føroyum, soleiðis sum nógv síggja fyri sær.
Hann heldur ikki, at tað skal lóggevast fyri, hvat vaksin fólk havast at sum so. Tá heldur hann, at tað er meiri veruleikakent at skipa fyri átøkum sum eggja til, at ung ongantíð festa sær í og at minka roykingina burtur í einki tann vegin.


Eitt óætlað úrslit
Herferðin ímóti royking, sum startaði í 2004, hevur ikki bara fingið fólk at leggja av at roykja.
Hans Pauli Strøm, fyrrverandi landsstýrismaður, sigur, at herferðin hevur eisini havt eitt annað úrslit, sum ikki var tiltætlað, men sum kortini varð ein nátúrligur partur av gøtumyndini í Havn.
Og tað er, at fleiri og fleiri matstovur eru farnar at borðreiða og skeinkja uttandura.
- Tá ið forboðið ímóti at roykja á almennum støðum varð sett í verk, var ikki ein tann einasta matstova, sum borðreiddi, ella skonkti, uttandura, sigur hann.
- Tá ið tað varð bannað at roykja innandura, fóru matstovur og skeinkistøð at seta upp stólar og borð uttandura til roykjarar.
Men tað ment seg skjótt til, at tey eisini fóru at borðreiða við mati, og at skeinkja, uttandura og nú eru uttandura kafé´ir ein natúrligur partur í gøtumyndini, sigur Hans Pauli Strøm.
LES EISINI GREININA: Ógvuliga gleðilig tíðindi um royking
LES EISINI GREININA: Roykingin minkað ein triðing