TAKS vann rættarmálið móti eigarunum í P/F Varðanum

Hægstirættur hevur í morgun givið TAKS viðhald í kravinum um, at teir 11 eigararnir í P/F Varðanum í Gøtu ikki skulu sleppa undan at rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónunum, um fyritøkan verður seld.

Fyri einum ári síðani kom Eystari Landsrættur til júst ta øvugtu niðurstøðuna, og tí kærdi TAKS málið til Hægstarætt, sum í morgun gav TAKS viðhald. Fyri tað tíð kom eisini Føroya Rættur til somu niðurstøðu sum Landsrætturin.

Í stuttum merkir tað, at teir 11 eigararnir ikki sleppa undan at rinda 310 milliónir krónur í skatti, um P/F Varðin verður seldur.

Teir 11 eigararnir í P/F Varðanum skulu gjalda 3 milliónir krónur til TAKS og 4 milliónir krónur í sakarmálskostnaði.

Lesið dómin her: www.hoejesteret.dk/hoejesteret/nyheder/Afgorelser/Documents/225-18.pdf