TAKS stevnt í MVG-málinum

15 bileigarar hava gjørt av at stevna TAKS eftir MVG, sum stovnurin uttan heimild hevur kravt frá fólki, ið hava keypt bil í tíðarskeiðinum 1. mai 1999 til 28. apríl 2005

Tá lógin um skrásetingargjald av bilum varð dagførd á vári 1999 var ein feilur gjørdur soleiðis, at heimildin at krevja hetta gjaldið ikki var til staðar. Hesin feilurin varð ikki uppdagaður fyrr enn á vári í 2005, og 28. apríl hetta árið verður lógin broytt soleiðis, at heimildin at krevja gjaldið inn verður í lagi.

Hetta merkir so, at TAKS í seks ár hevur kravt hesi skrásetingargjøld inn uttan heimild, og hetta var eisini staðfest av Skatta- og avgjaldskærunevndini 25. oktober 2006. Tá ger nevndin úrskurð í kærumáli og staðfestir, at eingin heimild var at krevja hesi gjøld inn, og TAKS má tí rinda gjaldið aftur til bilkeypara. Seinni hevur TAKS lagt hetta málið fyri dómsvaldið, men enn hevur hetta tó ikki verið fyri í rættinum.

Síðani Sosialurin í vár varpaði ljós á málið, hava hundraðtals borgarar vent sær til Taks og bilasølur kring landið. Og nú hava 15 borgarar tikið seg saman í felags stevning móti Taks. Ein teirra er Rodmundur Nielsen.

- Ja, eg eri ein av teimum 15, sum hava stevnt TAKS. Eg átti meiri enn hin eina bilin í hesum tíðarskeiðinum, og tá hetta er eitt ógvuliga prinsipielt mál, valdi eg at stevna, sigur Rodmundur Nielsen.

Sum nevnt eigur Rodmundur Nielsen tvær ella tríggjar av teimum 15 sakunum, og tað undrar hann stórliga, at ikki fleiri bileigarar, sum hava kypt bil í tíðarskeiðinum, hava valt at stevnt.

- Eg trúði, at eg fór at verða ein av mongum hundrað, sum hava valt at stevna TAKS, men vit eru bert 15, og harav eigi eg minst tvær, kanska tríggjar sakir, sigur Rodmundur Nielsen.

 

Moralskt forkastiligt

Tað er Bjørn á Heygum, sum førir sakirnar fyri Rodmund Nielsen og nakrar aðrar av bileigarunum, sum hava stevnt TAKS.

- Málið er enn á fyrireikandi støði. Vit hava í skrivum til rættin ført okkara sjónarmið fram við grundgevingum fyri, hví vit seta krøvini fram. TAKS hevur so í sínum lag roynt at grundgivið fyri, hví teir ikki skulu rinda peningin aftur, sigur Bjørn á Heygum.

Han sigur, at teir hava biðið um at fáa at vita svart upp á hvítt hvar tað stendur, at TAKS hevði neyðugu heimildirnar at krevja hesi gjøldini inn.

- Men tað kunnu teir ikki, tí teir hava ikki havt neyðugu heimildina. Teir nýta undarførsluna, at tað eru ikki teir, men bilasølurnar, sum hava kravt hesi gjøldini inn, men tað hava bilasølurnar gjørt vegna TAKS, sum aftur hevur kravt peningin frá bilasølunum, sigur Bjørn á Heygum.

Teir hava kortini stevnt bilasølunum síðuloypandi, har tað er møguligt, og tað hevur tað ikki verið í øllum førum, tí summar hava snarað lykilin um og aðrar eru ikki til longur.

 

Skapa presedens

- Tað verður ógvuliga áhugavert at síggja, hvat hendir í hesum málinum. Hetta er í hvussu er ikki nakað, sum uppbyggir virðingina fyri tí almenna, tá teir royna at skulka sær undan ábyrgd, sigur Bjørn á Heygum.

Hann sigur, at TAKS ikki hevur havt heimild at krevja hesi gjøldini inn, og heldur enn at skulka sær undan ábyrgd, áttu teir at verið so mikið at sær komnir, at teir viðgingu síni mistøk.

- Tað er tað einasta, sum kundi skapt virðing fyri tí almenna. Teir skuldu gingið undan at hildi landsins lógir. Tað, sum teir nú gera, er moralskt forkastiligt, sigur Bjørn á Heygum.

Hann heldur, at slík framferð í ringasta føri kann gera, at fólk ikki bert missa virðingina fyri landsins myndugleikum, men eisini missa álitið á rættarskipanini.

- Nú verður ein fyrireikandi fundur ein av fyrstu døgunum, har støða verður tikin til, hvussu verður farið fram. Í løtuni bendir nógv á, at nakrar fáar sakir – kanska einar fýra – verða tiknar fram og royndar í rættinum, og úrskurðurin fer síðani at skapa presedens fyri alar hinar sakirnar og fyri allar bileigarar, sum hava keypt bil í tíðarskiðinum 1. mai 1999 til 28. apríl 2005, sigur Bjørn á Heygum.