TAKS partur av íverksetararáðstevnu

TAKS fer um vikuskiftið at hava eina upplýsandi framløgu á íverksetararáðstevnu, ið verður hildin í Klingruni á Føroya Tele. Talan er um eina ráðstevnu, har møguligir íverksetarar kunnu fáa íblástur og kunning um, hvussu tú skalt fyrihalda teg, tá farið verður undir nýtt vinnuligt virksemi.

- Fert tú undir vinnuligt virksemi, kemur tú ikki uttan um at samskifta og avgreiða ymisk viðurskifti við TAKS, og tí verður stovnurin sjálvandi partur av íverksetara tiltakinum. Sum almennur stovnur roynir TAKS áhaldandi at leggja stóran dent á tænastu, upplýsing og kunning, vísir Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, á.

Tað er Halgir Winther Nagata við felagnum Nebula, sum skipar fyri íverksetararáðstevnuni. Á ráðstevnuni verða kunnandi fyrilestrar, og eisini fara fyritøkur og stovnar at hava básar, sum fólk kunnu vitja á staðnum. Eisini vera verkstovur við speed-netverkan, hugskotsmenning og løgfrøði.

- Slíkar ráðstevnur eru eitt gott íkast til eina stimbrandi íverksetaramentan í Føroyum, heldur Eyðun Mørkøre

Íverksetararáðstevnan á Føroya Tele byrjar klokkan 13 leygardagin 18. august.