TAKS partur av norðurlendskum tollsamstarvi

TAKS tók í farna mánaði lut á norðurlendska tollfundinum “Customs Nordic Airport meeting”, ið varð fyriskipaður í Keypmannahavn. Hetta var fyrstu ferð, at tolleftirlitið hjá TAKS hevur luttikið í hesum samstarvinum.

Norðurlendska samstarvið er ein gyltur møguleiki hjá føroyska tolleftirlitinum at halda seg dagførdan á tolløkinum. Endamálið við Customs Nordic Airport fundinum er at kunna hvønn annan um, hvørji nýggj rúsevni og hvørjir hættir verða nýttir at smugla rúsevni.

Kunningin og upplýsingin tvørtur um norðurlendsk landamørk er ein hornasteinur í arbeiðinum støðugt at betra um tolleftirlitini í Norðanlondum. Hetta merkir ítøkiliga, at tolleftirlitið hjá TAKS nú í einum skipaðum samstarvi fær afturmeldingar frá hinum flogvøllinum, tá ið tey koma fram á rúsevni og síggja nýggja hættir at smugla. Tað sama ger føroyska tolleftirlitið, tá ið tað kemur fram á nakað.

Norðurlendsku tollfundirnir verða hildnir eina ferð um árið, og TAKS luttekur eisini komandi ár. Í 2013 er Svøríki vertsland.