Bjørn á Heygum hevur fingið loyvi at royna sonevnda TAKS-málið í Hægstarætti, sum hevur váttað, at hava móttikið málið. Málið er eftir hondini gamalt, og byrjaði við, at ein bilaeigari fekk viðhald í Skatta- og avgjaldskærunevndini, men hesa avgerð vildi TAKS ikki góðtaka.
Málið endaði so í Føroya Rætti. Hetta hendi eftir at ein røð av bilaeigarum gjørdu av at stevna TAKS eftir MVG, sum var goldið av skrásetingargjaldinum. Pástandurin var, at eingin heimild finst í lógini at krevja MVG?ið inn.
Av tí at tað fór at taka bæði tíð og kreftir at royna øll kærdu málini, vóru tveir bilaeigarar valdir út, sum kundu umboða allar møguleikar í málinum. Annar er Bjørn á Heygum, advokatur, sum sjálvur umboðar seg og bilaeigararnar, og Rodmundur Nielsen.
Føroya Rættur gav bilaeigarunum rætt, heimildin finst ikki.
Hesa avgerð kærdi TAKS til Eystara Landsrætt, sum broytti dómin í Føroya Rætti og gav TAKS viðhald. Men hetta er Bjørn á Heygum ikki nøgdur við.
- Dómurin í Eystara Landsrætti var ógvuliga ullintur, og víst var til viðmerkingar til lógina og intentiónir, men tað er sjálvandi lógarinnar bókstavur, sum telur. Og tað er vælsaktans orsøkin til, at vit sleppa at føra málið í Hægstarætti, sigur Bjørn á Heygum.
Advokaturin roknar við, at tað fer at taka Hægstarætti umleið eitt ár at viðgera málið.