TAKS á fundi um skatt

- Vit kundu hugsað okkum, at seinasta freist at gjalda írestandi skatt er sama dag, sum sjálvuppgávan skal verða inni, nevniliga 1. mai, sigur Høgni W. Høgnesen. Á aðalfundinum hjá FFU Føroyskum Fiskimonnum Uttanlands týsdagin vóru umboð fyri TAKS og greiddu frá broytingum í skattaskipanini, sum koma í gildi nú 1. januar 2011.

Høgni W. Høgnesen, sum er í nevndini hjá FFU, vísir á, at trupult er at meta um, hvussu nógvar dagar fiskimenn uttanlands eru á sjónum um árið, tí hetta veldst eisini um líkindi og kvotur.

- Niðurstøðan hjá okkum var, at vit vilja geva hesi skipan loyvi at standa sína roynd, hóast vit eru samdir um, at trupult er at meta um, hvør úrtøkan verður, tá tú fæst við tað, sum úr havinum kemur, sigur Høgni W. Høgnesen, sum er í nevndini í FFU.

Høgni W. Høgnesen sigur, at nógv ymisk viðurskifti hjá føroyskum fiskimonnum uttanlands vórðu viðgjørd saman við umboðum fyri TAKS.

- Eitt er, at borgarin skal hava goldið írestandi skatt innan 31. januar, samstundis sum fleiri av okkara limum kanska ikki hava fingið alla sína hýru fyrr enn hálvan februar.

Høgni W. Høgnesen heldur, at hetta má kunna broytast.

- Vit kundu hugsað okkum, at seinasta freist at gjalda írestandi skatt er sama dag, sum sjálvuppgávan skal verða inni, nevniliga 1. mai, sigur hann.