Taks hevur gjørt av at skjóta sakarmálið um kapitalvinningsskatt hjá partaeigararunum í P/F Vinnuni í Gøtu inn fyri Hægstarætt. Stutt eftir, at Eystari landsrættur segði dóm í málinum í fjør, vendi Taks sær til til Kamaradvokatin í Danmark um ráðgeving. Niðurstøðan hjá Kamaradvokatinum var, at Taks eigur at royna málið í Hægstarætti.
-Vit halda framvegis, at alt ikki er farið rætt fram í málinum um vinningsbýtið hjá P/F Vinnuni. Tað styrkir bara okkara støðu, at Kamaraadvokaturin í Danmark tekur undir við okkum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks, í tíðindaskrivi júst nú.
Eftir niðurstøðuna hjá Kamaradvokatinum, søkti Taks tíðliga í ár um at sleppa í Hægstarætt við málinum. Procesbevillingsnævnet, ið tekur støðu til, hvørji mál sleppa at verða roynd í Hægstarætti, gav stutt fyri summarfrítíðina tilsøgn um, at Taks fær møguleikan at royna málið í Hægstarætti.
– Hetta er eitt prinsipielt mál, ið er torskilt og snýr seg um nógvar pengar. Tað kundi sjálvandi verið freistandi – fyri frið skyld - at lagt hetta málið á hillina, men tað er okkara skylda sum skattamyndugleiki at fylgja slíkum málum upp. Tað gera vit nú við at royna málið í Hægstarætti, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks.
Tað er ikki enn greitt, nær Hægstirættur fer at viðgera sakarmálið millum Taks og partaeigararnar í P/F Vinnuni í Gøtu.










