Rasmus Larsen, sum í løtuni umboðar danska Otterup, takkar føroyingunum fyri gestablídni undir dystinum.
- Eg meti, at um vit spældu um stig í dag, høvdu vit fingið ein torførari og meira fysiskan dyst. Eg kann ikki annað enn takka føroyingunum fyri gestablídni, staðfestir Rasmus Larsen brosandi.
Rasmus Larsen leikti í gjár sín landsdyst nummar 87 fyri Grønland. Tað sjáldsama er, at Grønland tilsamans hevur leikt 87 landsdystir í hondbólti.











