Tøkk
Kolumbiski biskupurin, Tito Jesus Mora Esquerra, sum var í Føroyum herfyri og tók ímóti skótahjálpini 2004, hevur nú sent føroysku fjølmiðlunum eina heilsan at bera føroyingum.
Sosialurin hevði samrøðu við Tito, tá ið hann var í Føroyum, og her greiddi hann frá, at hann var hóttur eftir lívinum í Kolumbiu, meðan hann enn búði í Kolumbiu. Tí býr hann nú í Noregi sum flótti, haðani hann hjálpir børnum í heimlandinum.
Úr Føroyum hevði hann 50.000 krónur, sum Skótahjálpin læt til hjálpararbeiði millum børn í Kolumbiu.
Tito var ógvuliga fegin um ferðina í Føroyum, sum Atlantsflog og Sjómansheimið í Havn stuðlaðu.
Úr Noregi hevur Sosialurin fingið persónliga heilsan frá Tito, sum Hans Eiler Hammer, sóknarprestur í farloyvi hevur sent okkum, og nú hevur biskupurin so eisini sent eina heilsan til allar føroyingar.
Vit prenta heilsanina hjá biskupinum í fullum orðaljóði:
Jólaheilsan til føroyingar
"Jól eru kærleiki! Til at vísa okkum, hvat kærleiki er, sendi Gud, faðir okkara, son sín, Jesus Kristus, til okkara hjálparleysu fold. Jesus kom sum eitt fátækt barn til okkara. Hann kom til eina vanliga familju. Sum menniskja sýndi hann okkum tað lýtaleysa lívið í verki og orði. Eg vil heita á teg at lesa fyrsta kapittul í Jóhannesevangelinum. Her sært tú rættiliga Guds kærleika til okkara.
Tey fátæku børnini í San Vicente senda tykkum føroyingum nógv smíl, klemm, bønir og sangir, alt samalt til at takka fyri hjálpina úr Føroyum. Í navni hesa barna vil eg, at kona og maður skulu elska hvørt annað, at børn og vaksin skulu elska hvørt annað, at grannar skulu elska hvør annan, og at øll lond skulu elska hvørt annað. Hetta er ikki lætt, men heldur ikki ómøguligt. Men hvussu?
Okkara fyrimynd er Jesus Kristus.
Tað er lætt at vita, hvat Jesus segði og gjørdi, men tørført at føra hetta út í lívið. Eitt tað vakrasta, sum er skrivað um kærleikan, finna vit í fyrra Korintbrævi, kap. 13. Eisini tað er vert at lesa.
Eg vil takka øllum sum stuðlaðu føroysku skótahjálpini og harvið arbeiði okkara í Kolumbiu.
FELIZ NAVIDAD Y PROXPERO ANO NUEVO!
- Gleðilig jól og eydnuberandi nýggjár.
Tito, biskupur."