Heili 35 ár hevur Ragnhild starvast hjá kommununi. Aftaná drúgva tænastu øll hesi árini, hevur Ragnhild valt at gevast í starvi vegnað aldur.
Í hesum sambandi var fráfaringarløta í farnu viku.
Borgarstjórin, starvsfelagar og familja fingu høvið at siga nøkur orð.
Øll vóru á einum máli um, at Ragnhild hevur verið arbeiðssom, álítandi, fyrikomandi, hjálpsom og ein alfrøðibók innan fyrisiting.
Umframt hesi var listin langur yvir jalig lýsingarorð um okkara góða starvsfelaga.
– Eingin ivi er um, at tað verður stórur saknur í Ragnhild á kommunukontórinum í Sunda kommunu, skrivar kommunan.
– Vit ynskja Ragnhild og familjuni alt tað besta í komandi tíðum, skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Kelda: Sunda.fo
##med2##