Takkaðu nei til Real Madrid leikara

Bæði Liverpool og Arsenal søgdu nei takk, tá Real Madrid í gjár bjóðaði teimum ein leikara

Í gjárkvøldið klokkan 23:59 lat flytingarvindeygað aftur í teimum flestu av teimum europeisku deildunum.

 

Fleiri handlar vóru framdir, og so vóru tað eisini aðrir, ið vóru uppá tal, men sum ongantíð gjørdust til nakað.

 

Bretskir miðlar vilja í dag vera við, at bæði Arsenal og Liverpool í gjár takkaðu nei til ein leikara frá Real Madrid.

Leikarin, ið Real Madrid ætlaði at selja var portugisiski vinstri bakkurin, Fabio Coentrao.

 

Orsøkin til at bæði liðini søgdu nei til leikaran, var tí at lønin hjá Fabio Coentrao var ov høg.

 

Sambært keldunum, ætlaði Real Madrid at fáa umleið 120 milliónir krónur fyri Fabio Coentrao.