Óroyndu uppflytararnir úr Klaksvík spældi sín seinasta heimadyst í hesum kappingarárinum fríggjakvøldið. Team Klaksvík tapti aftur stórt, hesa ferð fyri StÍF. Úrslitið var 44-20.
Greiður málsetningur
Team Klaksvík hevur einki havt at spælt fyri í hesum kappingarárinum. Klaksvíkingar vistu frammanundan, at hini liðini vóru nógv betri. Málsetningurin var greiður frá byrjan. Teir eru við fyri at læra. Uppflytararnir vónaðu, men væntaðu ikki, at fáa stig í hesum kappingarárinum. Tað eydnaðist at vinna á H71. Sigurin blásti lív í manshondbóltin í Klaksvík, men tað var skjótt, at klaksvíkingar fingu armarnar niður aftur.
Menningin hevur hinvegin verið stór gjøgnum kappingarárið. Næsta vikuskiftið skal Team Klaksvík á vitjan hjá Neistanum, og tá seta uppflytararnir punktum fyri sínum fyrsta árið í bestu deildini. Tá byrja somuleiðis fyrireikingarnar til næsta kappingarárið, tá klaksvíkingar ætla sær fleiri stig.