Jakup Mørk
- Tað var tað í øllum førum, varð svarið, sum vit fingu, tá Martin Thomsen varð spurdur, um hetta var ein góður háttur at enda føroyaævintýr sítt.
Avstað í gjár
Við hesum meinti hann við, at hann við hesum fekk givið sítt íkast til, at árið hóast alt fer at hylnast hampuliga væl hjá gøtumonnum. Í landskappingini hevur jú als ikki gingið eftir vild, men sum Martin sigur, so er tað ofta tær feskastu hendingarnar, sum standa klárastar í minninum.
Tá flúgvarin í gjáramorgunin fór til Danmarkar, var sterki danski verjuleikarin umborð, og í hesum umfarinum er føroyaferð hansara av. ? Tað er so í øllum førum ætlanin, um eg altso orki upp í morgin, sigur hann við einum smílið, og sipar til, at tað helst var veitsluhald av onkrum slag í Gøtu sunnukvøldið.
Kanska aftur
Um talan er um eitt endaligt farvæl, dugdi Martin tó ikki at siga:
- Komandi hálva árið skal og so eystureftir at ferðast, men hvat síðani hendir, veit eg ikki, sigur hann. Tá tosað verður við hann, fært tú tó beinan vegin kensluna av, at hann hevur trivist sera væl í Gøtu, og hesum váttar hann eisini:
- Tá ein soleiðis kemur at spæla fótbólt, heldur man kanska, at tað bert er venjing og hvíld, men soleiðis hevur als ikki verið í Gøtu. Eg havi verið sera væl móttikin av øllum, og eri sera takksamur fyri tíðina, sum eg havi havt, har eg altíð havi verið boðin við, tá okkurt er á vási.
Eg havi eisini tosað við leiðsluna í GÍ og greitt teimum frá, at nú sáttmálin hjá mær við Holstebro rennur út, verður tað nógv bíligari hjá felagnum at hava meg í Føroyum, um teir altso eru áhugaðir, sigur Martin at enda.
Sostatt røkist kanska fyri, at danin aftur verður at síggja í Gøtu komandi kappingarár, men fyribils hevur hann tó sagt farvæl.