Ein dyst í senn og alt kann henda. Bólturin er jú rundur og tað eru ellivu mans á hvørjum liðið og trúgv tí ella ei, so byrja allir dystirnir við støðuni 0-0. Og ikki dribbla ov nógv, tí hini børnini skulu eisini hava bóltin. Og heldur tú teg vera nakað, so skal tú gott nokk til at halda umaftur.
Soleiðis kenna vit samfelagið í dag. Og nú skal fótbólturin eisini í hetta jarntakið, sum ikki loyvir nøkrum øðrum enn tí sum er mainstream.
Nei takk!
So vil eg heldur hava menn sum Paolo Di Canio og Kára Reynheim. Italiumaðurin, Paolo Di Canio er nýggjur venjari hjá Sunderland, sum spælir í Premier League. Hann er eitt nummar fyri seg og fjølmiðlarnir elska at endavenda øllum sum hann ger og sigur.
Sunnudagin stóð hann á odda fyri Sunderland í grannauppgerðini móti Newcastle. Sunderland hevur havt eitt vánaligt kappingarár, men við nýggjum íblástri bar alt til. 3-0 til Sunderland og Paolo Di Canio dansaði og hoppaði á síðulinjuni. Ein maður við kenslunum uttaná og torir at vera øðrvísi. Ella rættari sagt, hann torir at vera tað hann er.
Veist tú ikki hvør Paolo Di Canio er, ella var sum spælari, so er ein rundtúrur á Youtube avgjørt verdur at royna. Heldur tú hann hevði lært hasi tingini í einum pedagogiskum fótbóltsuppvøkstri? Neyvan!
So til Kára Reynheim. At kalla hvørja ferð eg eri í einum selskapi har tosa verður um stuttligar søgur úr føroysku fótbóltsverðini, so er onkur góð søga um Kára Reynheim. Altíð! Uttan Kára Reynheim hevði føroyskur fótbóltur verið fátakari.
Tað verða ikki gjørdir menn í hansara kalibri longur. Tað er ikki pláss fyri teimum. Also halda tit at Lionel Messi og Diego Maradona spældu bóltin til hini børnini? Nei, ha? Tað gjørdi Kári Reynheim heldur ikki – sum skilst.
Tað er ein orsøk, at fótbóltur er so væl dámdur kring allan heimin. Tað er her at tað er loyvi at vera øðrvísi og júst sum í natúrini, so eru tað tey sterkastu, ið yvirliva. Tað er gleði, sorg og øði – sterkar kenslur.
Deiligt at Sunderland vísur Paolo Di Canio álit og ikki lutar eftir politisku korektheitini, sum herskar í samfelagnum í dag.
Fleiri persónligheitir!










