Takk fyri veturin

Skiftið til summartíð markeraði á ein hátt, at eisini ítróttarkappingarnar kring landið eru í ferð við at skifta ham.
Eftir at mesta hevur gingið fyri seg innandura í vetrarhálvuni, verður nú farið út, har bæði veður og vindur eru meira innbjóðandi, enn tey annars hava verið í myrku tíðini.
Men hóast myrk, so hevur hendan tíðin á ongan hátt verið keðilig. Fyri tveimum vikum síðani endaði flogbóltskappingin í einum sonnum braki á Kambsdali, har klaksvíkingar í tveimum dystum ognaðu sær tvey gullmerki, og nú leygardagin verður tað so hondbólturin, sum setir punktum fyri eini framúr spennandi kapping.
Og við einum seinasta altavgerandi dysti millum tey bæði mest vinnandi mansliðini í føroyskum hondbólti, eru eisini allir karmar í lagi fyri einum framúrskarandi enda á landskappingini.
Verða tað sigursvandu VÍF-leikararnir, sum kunnu heingja enn eitt gullmerki um hálsin, ella er tíðin nú aftur komin til Kyndil, eftir at teir hava staðið at kalla í skugganum seinastu árini. Ár sum so sanniliga hava verið drúgv bíðitíði hjá Kyndilsfólki, har gull og heiður annars tykist vera partur av gerandisdegnum.
Hvussu er og ikki, so verður tað vinnarin leygardagin, sum strýkur avstað við øllum. Higani verður í øllum førum ynskt góðan dyst til bæði leikarar og viðhaldsfólk, og ein stór tøkk til øll teirra, sum við ítróttaravrikum sínum hava gjørt ein myrkan og tungan vetur nakað nógv lættari at koma ígjøgnum.

Sosialurin