Tað er ikki gloymt, at føroyingar hava latið íslendingum eitt lán. Trý íslendsk universitet bjóða nevniliga føroyingum ókeypis pláss á universitetunum, sum takk fyri lán.
Talan er um eitt universitet í Reykjavík, eitt beint norðanfyri og eitt á Akureyri, ið bjóða Føroyingum tvey og trý ókeypis pláss í part. Vanliga plaga hesi pláss at kosta pening.
Háskólinn Reykjavik
Talan er um trý pláss, á unversitetinum í Reykjavík. Undirvíst verður í vinnu, løgrfrøði, teldum, verkfrøði, almannaheilsu. Har er ítróttur eisini íroknað, men mann fær ikki stað at búgva.
- Vit vóna at fáa trý føroysk lesandi, ið kunnu lesa púra ókeypis á okkara skúla, men vit fara at velja trý tey bestu, sigur Margrét Jónsdóttir, ið er í Føroyum umboðandi skúlan. Hon leggur afturat, at orsøkin til, at tey eru í Føroyum, er at takka føroyingum fyri at vera tey fyrstu at reagera upp á íslendsku kreppuna.
Hon metir eisini, at Ísland er upplagt sum lestrarland fyri føroyingar, tí tætt sambond hava altíð verið millum londini, og málini líkjast rættiliga nógv.
- Vit bjóða undirvísing í íslendskum áðrenn skúlabyrjan, so tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki, men vit hava eisini útbúgvingar á enskum, greiðir Margrét Jónsdóttir frá. Hon metir eisini, at altjóðagerð eisini handlar um at knýta tættari bond við nábúgvarnar.
Bifrost
Er ein skúli beint norðanfyri Reykjavík. Tað tekur ein og ein hálvan tíma at koma til høvuðsstaðin, og skúlin er tað einasta í økinum.
- Vit bjóða tveimum føroyskum næmingum fult uppihald á skúlanum hjá okkum. Tann lesandi býr á skúlanum og skal hvørki gjalda fyri at búgva ella fyri útbúgvingina, sigur Kristin Olafsdóttir, ið umboðar Bifrost á túrinum í Føroyum. Hon leggur afturat, at uppskotið er íkomið, tí føroyingar altíð hava verið hjálpsamir mótvegis íslendingum, tá teir hava havt trupulleikar.
Á skúlanum er tað sum á Háskólinn Reykjavik, at stórur partur av undirvísingini er á enskum, á hesum altjóða universitetið.
- Eg vóni bara vit fáa nakrar dugnaligar føroyingar, ið kunnu fáa nógv burturúr skúlanum hjá okkum, sigur Kristin Olafsdóttir
Akureyri
Plássini á Akureyri eru á RES, ið er styttin fyri The School for Renewable Energy Science. Tey vilja lata føroyingum eitt til tvey pláss at luttaka í útbúgvingini hjá teimum innan varandi orkukeldur. Talan er um útbúgvingar á master støðið.
Møguleiki verður at hoyra meira um allar hesar møguleikar í Miðlahúsinum í morgin, mikudagin, frá klokkan 19:30.