Takk fyri

Óli Johannesen hevur í 59 landsdystum ongan tíð uppliva slíkan stuðul, sum leikararnir fingu í Hannover mikukvøldið

Týskland-Føroyar

Hannover: Óli Johannesen er við sínum 59 landsdystin tann mest royndi føroyski landsliðsleikarin, men liðformaðurin segði eftir dystin mikukvøldið, at hann ongan tíð hevði havt eina so góða uppliving við landsliðnum..
- At hoyra tjóðsangin frá áskoðarunum stutt undan leikloki var fantastiskt at hoyra, og tað sigur eisini nakað um, hvussu væl áskoðararnir megnaðu at stuðla okkum. Vit hoyrdu teir so at siga allan dystin, og tað var ein stór hjálp.
- Yvirhøvur, so var tað ein ótrúlig kensla, sum vit høvdu, tá dysturin endaði. Hetta er so størsta áskoðarafjøldin, sum eg havi spælt fyri, og at hoyra 36.000 fólk klappa okkum av vøllinum, var ein uppliving av teimum heilt stóru.

Óttaðist reytt
tað teknaði annars ikki so gott at byrja við. Bert tveir minuttir vóru farnir, tá Týskland hevði fingið brotsspark og Óli gult kort, og akkurát í teirri løtuni hevði liðskiparin tað ikki serliga gott.
- Neit. Fyrst og fremst tí eg hevði givið teimum brotsspark, men eisini tí eg óttaðist, at dómarin skuldi taka reyða kortið fram. Tað hevði verið ræðuligt, um so varð, men tíbetur so hendi tað ikki, og vit megnaðu at reisa okkum aftur.