Teitur Vágadal, sjúkrarfrøðislesandi við einari kroniskari sjúku
----
Í 2010, eftir umleið trimum mánaðum við sjúkueyðkennum, kom eg via kommunulækna til serlæknan í tarmsjúkum, og varð kannaður. Eftir kanningina var læknin skjótur at siga, at eg hevði fingið eina kroniska sjúku, Colitis Ulcerosa.
Fekk so eina tilvísing til heilivág eg skuldi taka fyri at fáa brunan í tarmunum niður, og so heim. Kanska mest surrealistiski túrurin eg havi gingið heim. Knappiliga hevði ein maður sagt, at eg var kroniskt sjúkur, restina av lívinum. Eftir at hava tikið heilivág í stutta tíð fekk eg tað gott aftur, og livdi sum áður, tó við tí undantakið at nú tók eg 2 tablettir 2 ferðir um dagin. Og at ikki skuldi etast nakað aftaná tablettirnar í 1 tíma.
Føroyska heilsuverki
Síðani tá havi eg javnan verið í samband við læknan og sjúkrasystrina, sum hava ábyrgd fyri tarmsjúkur. Fyrsta árið tók eg blóðroyndir 3. hvønn mánað, men nú er tað 6. hvønn. Hetta tí at eg eri symptomleysur.
Tablettirnar virka til fulnar og halda sjúkuni niðri. Og eri tískil eisini fastur keypari/gestur á apotekinum. Hvørja ferð eg eri á apotekinum, hyggi eg eftir, hvussu nógv heilivágurin kostar. Og hann er ikki ódýrur skal eg líka heilsa og siga.
Tað slagið eg brúki kostar við mínari nýtslu eini 9-10.000 krónur um árið. Lukkuvís hava vit heilsutrygd, og minnist eg sera væl fyrstu ferð at eg ikki skuldi gjalda, tí at eg var komin uppum maksimal gjaldið, sum tá var um 1595 krónur/árliga. Meini at eg beinleiðis segði ”Takk føroyingar” og tosaði við fleiri fólk um júst hetta. At míni landsfólk eru við til at gjalda fyri heilivág til mín.
Nógv sløg av heilivági eru til og prísklassarnir eru eisini sera ymiskir. Mítt kostar nógv, men ikki líka nógv hjá teimum, sum eru rakt harðari og tískil mugu fáa annað slag og onkuntíð nógv dýrari. T.d. kostar eitt slag av heilivági heilt upp í eini 100.000 krónur um árið. Og hjá summum hjálpir heilivágurin væl, so tey fáa arbeitt, og hava eitt vanligt lív annars. Og her hjálpir Heilsutrygd okkum væl, tí at hvussu høvdu vit kunna goldið hetta einsamøll?
Mín sjúka t.d. byrjaði, tí at eg var eyka stressaður. Læknar vita ikki heilt hví fólk gerast sjúk í tarmunum; 50 % er okkurt við genunum og restin vita teir ikki heilt. Men stress kan versna um støðuna. Og skula stressa um at gjalda heilivág, sleppi eg frá, tí at samfelagið hjálpir mær, og eri nakað so glaður fyri tað.
Nýggja heilsuskipan
Landsstýrismaðurin er í fer við at broyta okkara heilsuskipan. Nógv feløg eru eftirspurd, harímillum eisini sjúklingafeløgini. Hetta er sera gott, at vit sum hava tørv á hjálp frá heilsuverkinum vera eftirspurd, tí at vit eru tey sum føla tað uppá egnan kropp. Kann sum sagt siga fyri meg sjálvan, at eg eri sera nøgdur, og ynski ikki nakra serliga broyting.
Lýti fara altíð at vera og er stórsta avbjóðingin, at Føroyar eru so lítlar og tískil er tilfeingi (peningur, serfrøði, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, kostráðgevar og onnur) avmarkað. Nógv er tosað um effektivisering og rationaliseringar, men havast má í huga hvat fæst fyri peningin. Hóast at t.d. heilivágurin er dýrur hjá nøkrum fáum, so gevur hann hesi fáu eina góða hjálp, so tey fáa arbeitt og geva sítt íkast til samfelagið.
Samfelagið er meira enn bruttutjóðarúrtøka og handan BTÙ eru tað fólk við familjum, ið skapa trivnað og samanhald. Og eitthvørt samfelag við samanhaldið og felags ábyrgd fyri sínum medmenniskjum er eitt gott samfelag. Tí tað havi eg kent uppá egnan kropp.
So enn einaferð: Takk føroyingar, takk at tit eru við at gjalda fyri heilivágin mær tørvar, takk at tit geva mær møguleikan fyri at liva eitt vanligt lív, takk at tit stuðla mær um eg má á sjúkrahúsið, tí at mín støða versnar, sum hon kann gera. Hesin stuðulin ger at eg ikki stressi, og kann hvíla í tí hjálp tit veita mær.
Takk føroyingar