Takk, Birgar Johannesen!

- gott, at vit eiga fólk, sum seta søguna í hásæti, tí uttan hesa hava vit ikki nakran samleika at byggja víðari á

Eg setti mær fyri at fara í Sjónleikarhúsið at ogna mær bókina »Havnarmyndir – fyrr og nú«, sum vísir á tey ymsu søguligu støðini í Havnini, sum tey hava tikið form – hesi seinastu fjøruti árini – okrastaðni eldri.
Tá eg blaðaði gjøgnum bókina, festi eg meg serliga við myndina úti á Landavegnum, sum veruliga er ein ímynd av teirri samfelagsligu menningini, sum vit hava sæð – hesi seinastu mongu árini.
At vit eru í hesi støðugu menningini er bert tekin um, at vit eru vitni til eina menning, sum okkara eftirkomarar fara at njóta gott av.
Tað hevur tú við seinastu bókini, sanniliga, gjørt okkum varug við.
Undanfarnu bøkurnar: »Havnin 1900 til 1939 og Havnin 1940 til 1969« eru sanniliga ONKI undantak í so máta, so eg vóni, at vit fara at síggja enn fleiri avrik, sum geva okkum eina ábending um, at vit støðugt førka okkum, og vit IKKI eiga at gloyma tey, sum løgdu lunnar undir okkara samfelag.
Takk fyri, Birgar!