Takk, at tú tekur hetta upp, Jenis!

Eg kundi grátið. At veruliga uppliva at tey hægstu í landinum lurta, taka til sín og handla, tað er stórt.

Gunnvá Tróndardóttir Joensen úr Klaksvík, sum sjálv hevur sklerosu, er glað fyri at politikkarir nú taka málið upp, hvørki føroyskir sjúklingar skulu fáa cannabis til linna.

 

-Eg kundi grátið. At veruliga uppliva at tey hægstu í landinum lurta, taka til sín og handla, tað er stórt. Eitt vakurt demokrati vit liva í. Hetta birtur eina vón í mær. Hetta er eitt stig á leiðini, sigur hon.

 

-Men eg vildi, at tað ikki bara eru tey, ið eru sera illani fyri, ið kunnu fáa henda heilivág. Cannabis skal inn fyrr í forløbinum. Tað er ikki bara linnandi, men kann virka lekjandi og til dømis steðga krabba og sklerosu. Cannabis virkar anti-inflammatoriskt, og sera nógvar sjúkur uppstanda orsaka av einum kroppi í konstantari inflammatión, leggur hon afturat hon.

 

-Hetta veit Jenis uttan iva alt um sum lækni. At ein trúgvandi lækni leggur hetta fram á tingsins røðarapalli kemur vónandi at hava røttu gjøgnumslagskraftina. Takk Jenis, at tú tekur hetta upp, sigur hon.