- Takið tykkum nú saman, kvinnur!.
Hetta var kveikjandi boðskapurin frá Rósu Samuelsen, løgtingkvinnu fyri Sambandsflokkin, á landsfundi hjá flokkinum í gjár.
Tað verður javnan og savnan fýlst á, at tað er so lítil javnstøða í føroyskum politikki. Og tað verður eisini javnan og savnan ført fram, at tað er tí at tað er so ringt at fáa kvinnur at stilla upp.
Tað kann gott vera, at tað er tað. Men so vil eg siga við tær kvinnur, sum hava hug at stilla upp: Ger tað, ljóðar áheitanin frá Rósu Samuelsen
Hon sigur, at kvinnurnar hava víst í verki, at tær eru ikki bara til pynt á vallistanum.
- Tá ið Sambandsflokkurin gjørdi valskránna uppundir seinasta val, høvdu kvinnurnar á listanum nøkur ítøkilig mál. Og tey flestu av teimum eru sett í verk.
Úr rúgvuni nevnir hon, barnahúsið, barnaverndarlógin er herd, lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk er sett í verk, vit hava fingið eina ætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum og lógin um endurvenjing er til viðgerðar í løgtinginum í hesum døgum.
- Tær føroysku kvinnurnar skulu taka lógvatak saman og seta sær nøkur mál, tí tað ber til.
- Fyri nøkrum árum stóð eg við bivandi hjarta á røðarapallinum og visti ikki, hvønn veg, eg skuldi hyggja og tordi næstan ikki at siga eitt orð.
- Men tað ber til. Tú fært nøkur høgg á vegnum, men vit búnast øll og veksa við uppgávuni, sigur
Rósa Samuelsen heitir á kvinnurnar um at bjóða seg fram.
- So mín áheitan á føroyskar kvinnur skal vera: Takið tykkum saman og komið við, tí vit hava brúk fyri hvørji einastu kvinnu.
- Vit vilja hava javnstøðu á listunum, sigur Rósa Samuelsen.