Takið liðugt í ár

Í vikuni hava tey lagt fyrstu dragararnar í langhylinum í Vági

Á heimasíðuni, svimjihollin.com, skriva stigtakararnir, at fyrstu dragararnir til síðubygningin vórðu lagdir í vikuni. Loyvir veðrið tí, so verður endaveggurin í høvuðsbygninginum liðugt stoyptur í komandi, og tá verður farið undir at leggja dragararnar til sjálva svimjihøllina. Eftir hetta skal tak leggjast á bygningin, og hetta verður væntandi liðugt fyri ársskiftið, skriva fyriskipararnir á heimasíðuni.