Takið grannaløgini í álvara - fólkið fram um kapitalin

Kommunan eigur at virða sínar borgarar, og lata trivnaðin í grannalagnum ganga hond í hond við broytingar og menningarætlanir. Vit hava rætt til at verða hoyrd, tá ið broytingar í byggisamtyktum skulu gerast. At verða hoyrd merkir, at tað verður lurtað, og um skilagóðar grundgevingar koma ímóti uppskotinum, so tekur man hetta við í avgerðargrundarlagið og umhugsar málið av nýggjum.

 

Tí er tað mær óskiljandi, at tað í løtuni eru so nógv dømi um, at mótmæli frá grannum verða kveistrað til viks. Mann freistast at spyrja – Hvønn gongur mann ørindi fyri?

 

Tað eru politikararnir, sum hava svikið, tá ið fólk mugu fara í miðlarnar at kæra sína neyð, tí at tað brádliga og óneyðugt verður bygt upp fyri húsum teirra.

 

Ella tá ið friðarligar bústaðargøtur knappliga skulu gerast innkoyringar til parkeringshús, hóast grannalagið hevur klagað og kært allastaðni, har tað ber til.

 

Hvat er vunnið, um grannaløgini syndrast og mistrivnaður fer at trívast?

 

Uttanífrá sýnist tað sum, at tað verður handlað sum um, at ongin dagur er í morgin - alt má henda her og nú. Kosta hvat tað kosta vil. Uttan at hugsa eitt sindur longur fram í tíðina.

 

Eg ivist ikki í, at um nøkur ár fara vit at hava eitt heilt annað ferðslumynstur og/ella parkeringsloysnir, sum t.d. undir jørð. Tá fara vit at iðra okkum og ásanna hvussu stuttskygd vit vóru.

 

Tað er ein dáragerð og púra óneyðugt at oyðileggja Kongagøtu og grannaløgini rundanum.

 

Vit hava øll hoyrt um hvat mundi hent úti á Reyni, høvdu vit ikki ein framskygdan býararkitekt, sum hevði orðið í síni makt. Hví ikki binda um heilan fingur, steðga ætlanini um parkeringshús í Bøkjarabrekku, og hugsa eitt sindur øðrvísi?

 

Vit hava nógv gott og framskygt fólk í umsitingini og aðrastaðni at ráðføra okkum við, ið eru meira nýhugsandi - latið okkum koma á tal við tey. (umhugsið at strika hendan setningin, ella umorða)

 

Sjálvandi er í ávísum førum neyðugt við broytingum, um vit skulu menna kommununa og tillaga til nútímans ynskir og tørv. Men okkurt er galið, tá ið so nógv mótstøða er um fleiri serstakar byggisamtyktir, ið skulu gerast fyri at fremja ávisar verkætlanir - mitt millum hús í góðum og hugnaligum grannaløgum.

 

Tað hevur ótrúliga nógv at siga, at vit menna kommununa við nærlagni og við eyga fyri tí serstaka í hvørjari bygd, hvørjum býlingi og hvørjum grannalagi.

 

Vit skulu taka grannaløgini í nógv størri álvara. Vit skulu virða tey støð, fólk hevur búsett seg, og vit mugu gera alt vit eru før fyri, at øll broyting verður gjørd í samráð og við virðing fyri fólkinum, ið har býr.

 

Hetta skal als ikki fatast sum ein ábreiðsla á okkara umsiting. Tvørturímóti, ábyrgdin er hjá politikarunum.

 

Umsitingin á býarskipanardeildini ger eitt megnar arbeiði. Tí vil eg eisini nýta høvið at takka henni, at hon tók hoyringarskrivini frá grannunum í niðasta parti av Tróndargøtu til eftirtektar, og mælti býráðnum at gera tillagingar í uppskotinum til serstaka byggisamtykt í Gríms Kambans gøtu.  

 

Hildur Eyðunsdóttir,

Valevni fyri Tjóðveldi