Í síðstuni hava verið onkrar smávegis atfinningar at landsliðsvenjaranum, Lars Olsen, sum hevur verið serdeilis óheppin við einum og øðrum, hann hevur sagt við fjølmiðlarnar. Hetta eru tó reinar »piparnøtur«, um samanborið verður við onnur lond, og tí skuldi ikki verið orsøk til at gjørt stórvegis meira burtur úr tí. Og at fólk hava eina meining og koma út við henni á Facebook og aðrastaðni, er sjálvandi, tí tey ynskja tað besta fyri landsliðið og einki annað!
Men trupulleikin er bara, at tá flestu onnur eru komin víðari og ikki hugsa um tað meira, so taka spælararnir á landsliðnum við. Fyrst tosaði ein – enntá undan Kasakstan-dystinum fríggjakvøldið – um »eitt sindur av roki runt um landsliðið í síðstuni«, sum skuldi gera, at teir vóru serliga uppsettir. Og aftaná dystin var aftur ein spælari klárur. Nú skuldi tað eita, at »javnleikurin er eitt fínt aftursvar til tey, sum hava sett spurnartekin við landsliðið og serliga Lars Olsen«. Og so hevur aftan á dystin eisini verið at hoyrt grenj um, at fólk ikki møttu upp at hyggja.
Til tað er at siga, at áskoðarafjøldin aloftast avspeglar, hvussu tað gekst síðsta dyst. Og var tann innsatsurin og tað úrslitið í ordan, so vilja fleiri hava hug til at síggja liðið. Spurningurin er so, um ein 1-1 javnleikur ímóti einum av veikastu landsliðum, sum nakrantíð hevur vitjað í Føroyum, lokkar fleiri at koma at hyggja. Kanska er tað bara eitt lukkutreff, at dysturin á Tórsvølli í annaðkvøld er ímóti júst Eysturríki, sum Føroyar enn ongantíð hava tapt ein heimadyst ímóti!
Bæði venjari, spælarar og øll onnur, ið varða av føroyskum landsliðsfótbólti skulu prísa seg lukkuligan fyri, at fólk hava eina meining og koma út við henni. Ein landsliðsvenjari, sum er løntur í milliónaklassanum, má tola, at onnur tala at, tá hann dummar seg! Og tað sømir seg ikki landsliðsspælarum at ganga og gremja seg um, at eingin tímir at hyggja – ella at leggja í krovið á teimum fáu, sum tíma at hyggja og tí eisini hava rætt til at hava eina meining! Takið tað sum menn og svarið aftur á vøllinum, heldur enn at sita og lippa uppi yvir Facebook!