Taki synd í kollfirðingum

– Eg haldi, at vit hava rakt okkara form øgiliga væl, og kanska hava kollfirðingar rakt sín eitt sindur ov tíðliga. Teir hava so øgiliga leingi bíðað eftir, hvørjum teir skulu spæla ímóti í finalunum, og tað vísir seg, at tú skalt gera okkurt serligt fyri at halda teg í toppinum, tá so er, staðfestir málverjin hjá H71, Jens Skipagøta.
– Tá tað so er sagt, so taki eg so ótrúliga synd í koll­firð­ing­um. Hetta hevur verið eitt fan­tastiskt kappingarár hjá teim­um, og eg hevði unt teimum at vunn­ið, sjálvt um eg nú taki steyp­ið við mær suður.
Jens var ein av teimum, ið takkaði fyri seg eftir meistara­heitið í 2009, men valdi allíka­væl at halda fram, tí fel­ag­ið hevði trot á mál­monn­um, og tað iðrar hann seg sjálv­andi ikki um nú:
– Hetta hevur verið super. Fyri mítt viðkomandi má eg siga, at tað fyrra meistaraheitið var øgiligt, men at hetta hevur ikki minni týdning. Tað er kanska serliga, tí dystirnir hava verið, sum teir hava verið, sigur hann.
– Hetta hevur verið upp­slít­andi og heilt fantastiskt, alt í einum. Tú kanst ikki ynskja tær meira, enn tríggjar sovorðnar dystir. Kropsliga eri eg kanska ikki so móður, men mentalt hevur hetta verið møðsamt.