Takið sam­ráð­ing­ar­nar uppaftur!

Pedagogfelagið hevur ver­ið í verkfalli í eina góða viku, og í hesum tíðarskeiði hava allir frítíðarskúlar ver­ið stongd­ir. Hetta er til stó­ran ampa fyri bæði børn og foreldur.

Nógvar kre­a­tivar loysnir vera roynd­ar, avspáking, flex-tíð, for­eld­ur, sum skiftast at heinta børn hjá hvørjum øðrum, og ar­beiðs­pláss, sum loyva børn­um við í hesi und­an­taks­støðu. Hetta eru alt neyð­loysn­ir, sum ikki kunnu halda fram.
Sum skilst hevur lítið sam­band ver­ið millum partarnar og lítið tykist røkjast fyri, at sam­ráð­ingarnar eru ávegis at vera tiknar uppaftur av álv­ara. Hetta meta vit er púra ó­for­svar­ligt.
Sum for­eldr­a­ráðs­um­boð fyri nið­an­fyri­nevndu frí­tíð­ar­skúl­ar í Tórs­havn­ar Komm­unu, heita vit á allar sátt­mál­a­part­ar­nar um sum skjót­ast at hitt­ast við sam­ráð­ing­ar­borð­ið aft­ur og finna eina loysn á trætuni.

Vegna Foreldraráðini fyri
Dagstovnin við Botnánna
Frítíðarskúlan á Argjahamri
Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini
Frítíðarskúlan í Hornabø
Verkgarðin Spíran
Frítíðarskúlan Smílibýlið
Dr. Ingridar Barnagarð
Frítíðarstovuna hjá KFUM
Frítíðarskúlan við Løgmannabreyt
Miðstovnin í Gundadali
Barna og ungdómshúsið Látrið