Takið regnskjólið við

Tað er nógv, sum bendir á, at talan verður um nakað av regni og annars mjørka um vikuskiftið.
Tað sigur Petur Skeel Jacobsen, sum heldur tað vera fínt hugskot, um fólk taka regnskjólið við sær, um farast til Klaksvíkar og Summarfestival.
Talan er tó um lýggja luft, sum rekur yvir Føroyar, og heldur ættin sær, so verður tað kanska ikki so galið í Klaksvík kortini. Hann liggur nevnliga av útsynningi í løtuni, og tað verður vanliga roknað sum besta ætt í Klaksvík.
Leygarkvøldið fer tó at klára í, og kemru sólin frá fram, so kann talan gerast um heilt gott veður, sum frálíður.
Sunnudagin verður sól og ælingur, men mánadagin vendir summarveðrið aftur. Hvussu leingi hetta verður, torir Petur tó ikki at siga. Ein ódn er aftur í ferð við at gera um seg, men í løtuni er hendan tó nakað langt vestan fyri Føroyar.
-Hon er viknað í styrki, men um eina viku ella so fáa vit at síggja, hvussu hon sær út, tá hon kemur hendanvegin, sigur Petur Skeel Jacobsen.