? Tað er løgtingið, sum hevur sett bankakanningina í verk, og tað er í tí løgtingið, sum eigur at sleppa at viðgera hana.
Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum.
Hann heldur ikki, at hetta verður nakar trupulleiki, tí hann ivast ikki í, at løgtingsmenn standa saman sum ein maður í hesu máli.
? Eg má taka hattin av fyri føroyskum politikarum, sum í hesum máli, ein og í oljumálinum, standa saman sum ein maður.
? Tað er hugvekjandi, at tingmenn hava sum mál at vera samdir, heldur formaður Javnaðarfloksins, sum ikki avvísir, at eitt sakarmál kann koma upp á tal.
? Tað er rættuliga kontant konstanterað, at vit eru snýttir við keypinum av Føroya Banka, sigur hann