Tað hevur verið sagt og skrivað nógv um vantandi farloyvi úr Tinginum hjá tinglimum Tjóðveldi, men Høgni Hoydal sigur, at tørvur ikki hevur verið á tí. - Eg boðaði beinanvegin frá, at er fór at taka farloyvi frá tingarbeiðinum í tann mun tað fall saman við arbeiðinum í Fólkatinginum. Og tað hevu í langa tíð ikki verið neyðugt at fingið farloyvi, tí tað hevur væl borið til at røkt bæði størvini, sigur Høgni Hoydal.
Hann vísur aftur, at tinglimir Tjóðveldis nú binda um heilan fingur og biðja um farloyvi, fyri at viga upp ímóti øðrum førum, har tinglimir hava veirð burtur uttan at fáa næsta fólk á listanum inn fyri seg.
Í løtuni eru bæði Páll á Reynatúgvu og Heidi Petersen á tingi, tí bæði Hjøgni Hoydal og Torbjørn Jacobsen eru burturstaddir. Høgni Hoydal á Fólkatingi og Torbjørn Jacobsen í ørindum fyri Runavíkar kommunu sum havnameistari. Hann er til cruise-stevnu í franska býnum Cannes.